Konservativi fólkatingslimurin, Pia Christmas-Møller, sum áður hevur verið floksformaður, hevur tikið seg úr Konservativa Fólkaflokkinum Edmund Joensen er ikki longur 90. maðurin í parlamentariska grundarlagnum undir stjórnini hjá Anders Fogh Rasmussen. Nú er hann 89. maðurin. Orsøkin er, at ein av konservativu fólkatingslimunum nú tekur seg úr Konservativa Fólkaflokkinum.
Talan er um Piu Christmas-Møller, sum eftir fólkatingsvalið misti sessin sum politiskur framsøgumaður hjá Kristiliga Fólkaflokkinum. Pia Christmas-Møller hevur áður verið floksformaður í konservativa flokkinum. Seinastu mánaðirnar hevur hon ikki verið væl í øgn við leiðsluna í flokkinum, og nú tekur hon seg úr tingbólkinum.
Pia Christman-Møller undirstrikar tó fyri Politiken, at hon framvegis stendur fyri somu sjónarmiðum og virðum, sum hon altíð hevur gjørt, og at hon eisini fer at stuðla stjórnini, hóast hon ikki longur fer at gera tað sum limur í konservativa tingbólkinum.
- Tá ið eg í heyst skrivaði um ES og fólkaatkvøðu og um javnstøðu og javnstøðunevnd vísti tað seg, at hetta vildi flokkurin ikki vera við í konstruktivum orðaskifti um, sigur Pia Christmas Møller. Sambært Politiken hava viðurskiftini millum fólkatingslimin og floksleiðsluna leingi verið vánalig og versnandi.
-Eg havi ikki longur neyðugu virðingina og álitið á leiðsluni í flokkinum, fer Pia Christmas-Møller ? sambært Politiken ? at boða frá mikudagin.
Politiskir eygleiðarar í Danmark siga seg rokna við, at tað nú fer at hava uppaftur størri týdning hjá Anders Fogh Rasmussen og stjórn hansara at søkja breiðar semjur í Fólkatinginum.