Stjórnargrundarlagið hjá Andres Fogh Rasmussen minkar í hvørjum. Í dag fer Eyvind Vesselbo, umhvørvisframsøgumaður hjá Vinstra at boða frá, at hann tekur seg úr flokkinum og fer í flokkin hjá Naser Khader, Ny Alliance
Tað er danska blaðið, Politiken, sum skrivar hetta. Og sambært blaðnum er enn ein vinstramaður á veg yvir til Ny Alliance. Verður hetta endin, so er fleirtalið hjá stórnini niðri á tí minst møguliga ? einum mandati saman við Dansk Folkeparti.
Anders Fogh Rasmussen hevur fyrr óbeinleiðis hótt við at útskriva val, um meirilutin hvørvur. Naser Khader hevur annars sagt, at Ny Alliance fer ikki at koppa stjórnini.
Eyvind Vesselbo hevur leingi verið í stríði við Vinstra. Serliga hevur hann verið kritiskur mótvegis útlendingapolitikkinum hjá stjórnini.
Tað var Vesselbo, sum saman við konservativu Henriette Kjær byrjaði kjakið um viðurskiftini hjá avvístu irakisku flóttafólkunum. Tá var hann sera kritiskur mótvegis flóttafólkamiðstøðunum.
Sambært Politiken hevur floksskiftið verið planlagt í vikuvís.










