Fogh: Høgni førir eina teoretiska diskussión

Danir vilja hjálpa londum í miðeystri til frælsi og fólkaræði, men ikki føroyingum, sigur Høgni Hoydal. Fogh sigur, at Høgni tosar í teori og ikki um praksis

Christiansborg: Í salinum sá Høgni Hoydal út sum hann hevði ringt við at halda sær ikki at flenna, tá Anders Fogh nevndi positivu gongdina í ríkislegasskapinum í røðu síni, tá fólkatingið kom saman fyrstu ferð eftir summarsteðgin. Rigsfælleskabet er inde i et særdeles positivt forløb. En proces, hvor det færøske og det grønlandske folk i stadig højere grad får ansvaret for at udvikle deres samfund.

Fogh sigur ósatt
- Anders Fogh sigur beinleiðis ósatt, tá hann sigur, at føroyingar hava fingið størri sjálvræði, og í heila tikið pyntar hann uppá veruleikan, sigur hann og leggur aftrat, at røðan hjá Anders Fogh Rasmussen var vánalig, ómetaliga keðilig, ósonn og eitt typiskt dømi um, at danska stjórnin førir viskileðurpolitikk har alt, sum ikki sær so pent út, bara verður viskað burtur.
- Eg haldi, at tað er áhugavert, at Fogh í røðu síni sigur, at Danmark skal tryggja fólkaræði í heiminum, tá føroyingar ikki kunnu fáa tað, sigur Høgni Hoydal á peikar á sína útskrift av røðuni, har hann hevur strikað undir setningin: Mennesker i alle lande har krav på frihed og demokrati
Hava føroyingar ikki fólkaræði?
Nei vit hava ikki fult fólkaræði. Tá ið vit kunnu uppliva at løgtingið samtykkir mál í løgtinginum og danska stjórnin lóggevir ímóti tí, kanst tú ikki siga, at vit hava fult fólkaræði sigur Høgni Hoydal og sipar til at hernaðarlóggávan varð sett í gildi í Føroyum, hóast løgtingið var ímóti tí.

Løgmaður vælnøgdur
Løgmaður var hinvegin vælnøgdur við røðuna.
- Júst sum forsætismálaráðharrin segði í røðuni, hava vit júst roynt heimildarlógina í sambandi við avtalu við Ísland, har eg undirskrivaði ein part tann 2. september, sum eg ikki hevði kunnað gjørt áðrenn uttan at drigi donsku mynduleikarnir inn, sigur Jóannes Ejdesgaard. Hann heldur, at trupulleikin hjá Høgna er, at hann er í móti heimildarlógini av prinsipiellum orsøkum, og at hann tískil ikki vil góðtaka, at hon er hent.
-    Alt er sum tað skal vera leggur hann aftrat at enda.

Fogh: Høgni er sera teoretiskur
Hatta er ein teoretisk diskusión, sum Høgni Hoydal førir fram, sigur Anders Fogh Rasmussen. Í veruleikanum í praksis gevur heimildarlógin føroyingum størri sjálvræði.
- Eg kenni jú Høgna Hoydal og eg veit, at hann førir eina sera teoretisk diskussión á hesum umráðnum, sigur Anders Fogh Rasmussen, tá hann varð spurdur um eina viðmerking.
Eg vil gjarna leggja aftrat, at tað er mín sannføring og hendan stjórnin arbeiðir eftir, at tað er heilt og fult upp til føroyingar sjálvar um teir vilja hava fult ræði á landinum. Í sambandi við um føroyingar hava fólaræði, vil eg siga, at eg veit, at Høgni Hoydal førir eitt krígg móti ríkisfelagsskapinum og ikki sær Føroyar sum frælst, meg eg haldi at føroyingar hava fólkaræði og eg trúgvi at flestu føroyingar eru samdir við mær.