Vælvitandi keldur vilja vera við, at danski forsætisráðharrin hevur fleiri størv at velja ímillum, tá hann velur at fara frá Leingi hevur ljóðað, at Anders Fogh Rasmussen hevði góðar møguleikar at gerast tann fyrsti ES-forsetin, men nú ljóðar, at hetta er bara eitt av fleiri áhugaverdum størvum, sum hann kann fáa uttan fyri Danmark.
Næsta ár skal NATO hava nýggjan aðalskrivara, og sambært keldum hjá Børsen hevur danski forsætisráðharrin líka góðar møguleikar sum nakar annar at fáa tað embætið.
Eitt annað áhugavert starv uttan fyri Danmark er starvið sum formaður í ES-nevndini. Harafturat skal Evropeiski Miðbankin hava nýggjan formann, og verður nýggja ES-lógin samtykt og sett í gildi, skal samveldið hava ein ráðsformann og ein uttanríkispolitiskan samskipara.
Og sambært keldunum er Fogh egnaður til øll hesi størvini.