Politiski viðmerkjarin Hans Engell væntar, at Danmark fær nýggjan forsætisráðharra innan ein mánað Tað hevur ljóðað leingi, at Anders Fogh Rasmussen skal hava eitt leiðarastarv í ES ella NATO. Sjálvur hevur hann víst hesum aftur, men sambært Hans Engell bendir alt á, at danir fáa nýggjan stjórnarleiðara um stutta tíð.
Mikudagin skal Fogh hitta Gordon Brown og Angelu Merkel, og danskir fjølmiðlar halda, at hann fer at kanna, um hann kann vænta sær týskan og bretskan stuðul til leiðarastarvið.
Starvið sum aðalskrivari í NATO verður leyst í august, men Hans Engell væntar, at avloysarin verður útnevndur longu í apríl, og hann ivast ikki í, at tað verður Anders Fogh Rasmussen.










