Fogh fegnast

Anders Fogh Rasmussen hevur sent eina heilsan til løgmann í sambandi við nýggja landsstýrið

Eftir at teir fýra flokkarnir høvdu undirskrivað samgonguskjalið var móttøka í Tinganesi, og fitt av fólki nýtti høvið til at heilsa løgmanni og landsstýrismonnum til lukku við samgonguni.
Eisini frá donsku stjórnini var komin ein heilsan. Anders Fogh Rasmussen, danskur forsætisráðharri, ynskti í skrivi nýggja føroyska landsstýrinum og nýggju føroysku samgonguni tillukku.
Forsætisráðharrin er í skrivi eisini positivt innstillaður uppá, at halda fram, har tað varð sloppið undan valinum.
?Eg gleði meg til, at (danska, blðm.)stjórnin og Føroya landsstýri halda fram við tí góða samstarvinum, vit eru farin undir. Stjórnin leggur sera stóran dent á, at vit í einum opnum, beinleiðis og virðiligum umhvørvi kunnu tosa um tey mál, sum ta næstu tíðina eru á skránni millum Føroyar og Danmark, sigur Anders Fogh Rasmussen.
Danski forsætisráðharrin heldur felagslýsingina, ið varð gjørd í januar, tá forsætisráðharrin vitjaði, hava stóran týdning.
?Stjórnin er positivt innstillað yvirfyri at tosa um landsstýrissins ynski um fleiri yvirtøkur innanfyri rammurnar av tí felagslýsing, ið løgmaður og forsætisráðharrin undirskrivaðu í januar í ár, sigur Anders Fogh Rasmussen.