Fogh og oljan
Hetta eru avgjørdu og greiðu orðini hjá danska forsætisráðharranum, tá Sosialurin spyr hann um tann iva, sum nú í eina tíð er vorðin sáddur bæði í Danmark og í Føroyum um veruliga virðið av avtaluni, sum gjørd varð í 1992. Sambart tí avtaluni verður bæði lóggevandi og fyrisitingarligi myndugleikin yvir møguligum ráevnum í føroysku undirgrundini latin føroyingum.
Anders Fogh Rasmussen er hervið triði danski forsætisráðharrin á rað, sum hevur staðfest, at føroyingar við avtaluni frá 92 eiga rættin til olju og gass í undirgrundini. Fyrst var tað Poul Schluter, sum skrivaði undir avtaluna, síðani varð hon konfirmerað av Poul Nyrup Rasmussen, og nú ger Anders Fogh Rasmussen enn einaferð greitt, at eingi ivamál eru um rættin hjá føroyingum til ráevnini.