Sera tætt millum borgarliga og sosialdemokratiska vongin. Men Anders Fogh Rasmussen stendur til at vinna. Tær seinastu veljarakanningarnar eru sera ósamdar um úrslitið av dagsins vali. Ein kanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Berlingske Tidende, gevur teimum báðum stjórnarflokkunum og Danska Fólkaflokkinum 93 tinglimir og andstøðuni 78. Úrslitið hjá Ny Alliance er ikki við her, og Eindarlistin kemur ikki aftur á ting eftir hesari kanningini.
Ein kanning, sum Vilstrup hevur gjørt fyri Politiken, gevur eitt heilt annað úrslit. Eftir henni fáa Vinstri, Konservativi og Danski Fólkaflokkurin 87 tinglimir og andstøðan 83. Her eru tølini hjá Ny Alliance heldur ikki við, og Eindarlistin kemur heldur ikki upp um minstamarkið í hesari kanningini.
Ta mest spennandi kanningin hevur Catiné gjørt fyri Ritzau. Eftir henni fáa stjórnarflokkarnir og Danski Fólkaflokkurin 87 tinglimir, og andstøðan fær 83. Eftir hesari kanningini kemur Eindarlistin innaftur.
Í Danmark hava fýra milliónir fólk valrætt í dag, og eftir teimum fyrstu tølunum at døma verður valluttøkan stór hesaferð. Klokkan ellivu høvdu 18,3 prosent verið á vali, og tað er heldur meiri enn seinast, tá valluttøkan var 84,5 prosent.
Donsku veljararnir hava 808 valevni á níggju listum at velja ímillum, og úrslitið kemur umleið klokkan 22.15 í kvøld okkara tíð.