Inge-Lene Ebdrup er farin úr Vinstra og í Ny Alliance, tí hon sigur seg ikki vera nøgda við, at stjórnin stuðlar seg til Dansk Folkeparti Fyrrapartin bórust tíðindini um, at ein av fólkatingslimunum hjá Vinstra, flokkinum hjá Anders Fogh Rasmussen, forsætismálaráðharra, er farin úr flokkinum og upp í nýggja flokkin hjá Nasser Khader, Ny Alliance.
Grundgevingin fyri avmynstringini sigur nú fyrrverandi Vinstra politikarin vera, at hon er misnøgd við, at stjórnin stuðlar seg til Dansk Folkeparti.
Á sama hátt, sum tá ið Leif Mikkelsen í vár fór úr Vinstra og upp í Ny Alliance, sigur í dag mest umrøddi kvinnuligi politikarin í Danmark, at hon á ongan hátt brýggjar seg um menniskjasýnið hjá Piu Kjærsgaard og hinum í Dansk Folkeparti.
Tað verður ikki hildið, at avmynstringin fer at hava nakran týdning fyri, nær forsætismálaráðharrin fer at skriva út fólkatingsval. Í hesi vikuni hevur verið nógv tosað um val, men enn hevur Andres Fogh Rasmussen einki sagt um, nær valið verður. Í síðsta lagi skal valið verða 8. februar 2009.
Forsætismálaráðharrin hevur áður sagt, at parlamentariska støðan er óbroytt so leingi, sum meirilutin av fólkatinginum stuðlar stjórnini.
Nú eru tað 91 av 179 fólkatingslimum, sum eru stuðlar hjá stjórnini.
Hóast parlamentariska støðan ikki er broytt, so verður tað í Danmark mett, at tað ávirkar nógv í Vinstra, at tveir fólkatingslimir seinastu mánaðirnar hava stungið í sekkin, tí tær ikki kunnu góðtaka menniskjasýnið hjá stuðulsflokkinum Dansk Folkeparti.
Anders Fogh Rasmussen hevur ikki nógvar viðmerkingar til nýggju støðuna:
- Eg eri ikki ovfarin. Tað er hennara avgerð, og eg havi ikki aðrar viðmerkingar, segði forsætismálaráðharrin fyrrapartin.










