Amerikanski tónleikamiðilin Rolling Stone hevur kagað aftur á 2013 og kosið bestu tónleikaútgávurnar frá farna ári.
Nýggir og nýskapandi tónleikarar eru væl umboðaðir á listanum, men tvær legendur í rútmiskum tónleiki eru eisini at finna á listanum.
Beatlin Paul McCartney er nummar 4 á listanum við útgávuni New. Rolling Stone heldur, at McCartney aftur í stórformi á útgávuni, sum gevur ábendingar um góðu, gomlu dagarnar við The Beatles, men samstundis vísur ein nýskapandi listamann.
Høvuðsmaðurin í Creedence Clearwater Revival er eisini á topplistanum hjá Rolling Stone. John Fogerty gjørdi í farna ári útgávu við endurinnspælingum av egnum sangum. Hesar innspælingar eru gjørdar við kendum gestum. Rolling Stone heldur, at útgávan vísur, hvussu viðkomandi gomlu klassikarnir hjá Fogerty framvegis eru.
Ovast á listanum er bólkurin Vampire Weekend, sum ikki er millum teir kendastu á okkara leiðum. Útgávan Modern Vampires of the City verður søgd at verða tann sterkasta útgávan í fjør.
Her er listin hjá Rolling Stone yvir bestu útgávur í 2013:
1. Vampire Weekend – Modern Vampires of the City
2. Kanye West – Yeezus
3. Daft Punks – Random Access Memories
4. Paul McCartney – New
5. Arcade Fire – Reflektor
6. Queens of the Stone Age - … Like clockwork
7. Lorde – Pure Heroine
8. The National – Trouble Will Find Me
9. Artic Monkeys – AM
10. John Fogerty – Wrote A Song For Everyone