Tað eru Fofish og Osmund Justinussen, sum eiga fiskavirkið, ið Kjartan Joensen í sínari tíð læt byggja og reka í Leirvík. Her er góðkend landingarmiðstøð, krani og her er ísvirki. Í sínari tíð, og meðan væl av hýsu enn var at fáa, framleiddi virkið hjá Kjartani eisini hýsu til bretska marknaðin. Maskinurnar, sum brúktar vórðu til hesa framleiðslu, eru framvegis á virkinum.
Seinastu tíðina hevur fiskavirkið Norðfra í Norðdepli havt somu eigarar, sum fiskavirkið í Leirvík, og nú verður arbeitt við at savna alt virksemi á einum staði í Leirvík - við somu framleiðslum og virksemi, sum er á báðum virkjunum í dag.
Leif Høj á Fofish vísir á, at neyðugt er at leggja funktiónirnar saman, soleiðis at virksemið verður so rationelt og rentabult sum gjørligt. Neyðugt er at klára seg við tí sum er av fiski.
Hann væntar, at tá juni mánaði er liðugur, verður eisini tíðin í Norðdepli liðug. Arbeitt hevur verið við at flyta vørugoymsluna og alt virksemi á Norðfra til Leirvíkar.
Leif Høj vísir á, at bæði tá fiskur skal koyrast til Norðdepil, og vøran seinni skal avskipast haðani, eru trupulleikar í trongu tunlunum. Í nógvari ferðslu er mangan trupult at koma ígjøgnum, og soleiðis verður eisini trupult at leggja til rættis, samstundis sum fólk á virkinum bíða eftir fiski.
Hann hevur ongan hug at leggja seg út í, hvørt tunlarnir norður um fjall møguliga áttu at verið bygdir, áðrenn viðareiðistunnilin kom, men Leif ásannar bara, at trupult er at leggja til rættis og reka rationella vinnu, tá hetta eru givnu umstøðurnar.
- At fiskavirkið Norðfra letur aftur í næstum, merkir tó ikki, at fólk, sum arbeiða á virkinum í Norðdepli, neyðturviliga gerast arbeiðsleys, tí tað stendur øllum í boði at halda fram í Leirvík.
Hann sigur, at málsetningur hjá samanlagda virkinum er virðisøking - at fáa meira burtur úr tí tilfeingi, vit hava, og hetta er neyðugt, tá fiskatilfeingið er so avmarkað.
Norðfra er kent sum er dyggur og álítandi veitari á føroyska heimamarknaðinum - við dygdarvørum úr reinum havi og stoltari søgu sum framleiðari.
- Síðan fjør heyst hava vit havt sølufólk í Danmark, sum hevur gjørt eitt stórt arbeiði, ið nú av álvara er farið at bera ávøkstur. Føroyskar fiskavørur eru seldar føroyingafeløgum og føroyingum í Danmark annars, og nú eru okkara fiskavørur eisini komnar í danskar sølubúðir.
Leif Høj viðgongur, at Fofish í størri mun fer at leggja seg eftir gormet-marknaðinum, og vørumerkið verður dygd, reint hav og søga.
- Samstundis, sum vit hava bygt út søluliðið í Danmark og seinni eisini ætla okkum inn á svenska marknaðin, hava vit styrkt okkara støðu á føroyska heimamarknaðinum. Okkara fiskavørur kunnu bíleggjast um okkara heimasíðu, og í Danmark verður koyrt kring um landið einaferð um mánaðin, leggur hann aftrat.