Nýggj høli
Í næstum flytir fiskasølufelagið, Fofish, sum Ábraham Løkin og Leif Høj eiga, í egin høli í Runavík.
Felagið, sum higartil hevur húsast í leigaðum hølum í Saltangará, hevur keypt bygningin hjá Mathiasi Davidsen, har Apotekið hevur hildið til seinastu árini. Nú Apotekið hevur fingið nýggj og snotulig høli beint eystanfyri Heilsumiðstøðina í Runavík, og leigumálið hjá Mathiasi er sagt upp, hevur eigarin avgjørt at selja Fofish bygningin.
Fofish á loftinum
Bygningurin, sum er í trimum hæddum, ið eru stívliga 100 fermetrar hvør, er lutfalsliga nýggjur og í góðum standi.
Ábraham Løkin sigur, at virksemið hjá Fofish verður í ovastu hæddini, og síðan verða tær báðar niðaru hæddirnar leigaðar út.
- Vit eru væl nøgdir við nýggju hølini og eru so smátt byrjaði at flyta, sigur Ábraham Løkin.