Føstulávintshald í Vágum

Leygardagin komandi skipar Vága Ríðingarfelag fyri stórum føstulávintshaldi vesturi í Sørvági.

Byrjað verður klokkan 14:00 við tunnusláttri fyri børnum. Aftaná verður ponyrýðing á Breiðagrasinum.

Tunnusláttur fyri vaksin verður klokkan 21:00, har øll áhugað eru vælkomin at dystast. Tunnuslátturin verður skipaður soleiðis, at tríggjar tunnur verða at sláa, eina til hvørja av størstu bygdunum í Vágum. Hesi skulu so kappast um, hvør ið klárar fyrstur at sláa sína tunnu niður.

Vinnarin fær steyp.

Kl 23:00 byrjar so dansurin við Heygadreingjunum.

Tann vakrasta grýlan vinnur eina GJUGG í BORG ferð fyri tvey. Vakrasta grýlan verður funnin klokkan 02:00, siga tey í Vága Ríðingarfelag.

Bussur fer úr Sandavági klokkan 20:30 í sambandi við tunnuslátturin