Føstulávintsdansur í Vági í kvøld

Í Vági halda tey fast í siðvenjuni um at dansa føstulávintsmánakvøld

 

 

Gomul siðvenja er at hava føstulávintsdans í Vági føstulávintsmánakvøld, og enn verður hildið fast við hesa siðvenju. Í kvøld verður skipað fyri barnadansi, og seinni sleppa tey vaksnu eisini upp í part.

 

Hetta gongur fyri seg í VB-húsinum, har Hjalmar Magnussen Band fer á pallin at spæla tað, sum tey kalla spildur nýtt og gott gamalt.