Skrivað hava: Elin Müller og Rebekka Petersen, starvsnæmingar í Miðlahúsinum
Í Sumba gera tey á hvørjum ári nógv burtur úr føstulávint. Føstulavintshaldið í Sumba byrjaði fyri 47 árum síðan. Tað er bara vorðið størri og størri við árunum.
Temaið hendan dagin er tað føroyska flaggið, alt er so at siga farvað sum tað føroyska flaggið. Búnin er ein hvít skjúrta, blátt og reytt silkiband, og ein blá og reyð rósa. Tað eru nøkur, ið eisini hava ein kasjett, ið eisini er farvaður hvítur, reyður og bláur.
Øll hava hvør sín kjepp at sláa tunnuna við. Hann er eins og tunnan málaður hvítur, bláur og reyður.
Til borðhaldið er alt pyntið eisini gjørt við hesum farvum.
Dagurin byrjar við at øll møta í Samkomuhúsinum klokkan 12.30. Har fáa øll eitt nummar, og síðan verður gingið skrúðgongu heim í bygdina eftir raðfylgju eftir, hvat nummar man hevur.
Tunnurnar hanga mitt í bygdini, har verður sligið, kvinnur fyri seg og menn fyri seg. Tá klokkan verður um 14.30 verður farið niðan í dansistovuna at dansa føroyskan dans. Síðani verður farið oman aftur í bygdina at sláa. Hetta verður so endurtikið klokkan 16.30, tá aftur verður farið at dansa, og oman aftur at sláa.
So verður sligið til katturnar dettur niðan. Katturin er ein kúla, ið hongur inni i tunnuni. Vanliga er tunnuslátturin liðugur um 17-18 tíðina. So fara fólk heim at gera seg klár til ballið, ið byrjar klokkan 19.
Á ballinum er góður matur at fáa, tað verður sungið og flent alla náttina. Kattakongarnir verða heiðraðir og fáa steyp. Tá ballið er liðugt er dansur. Enskur dansur, men í pausunum taka sumbingar altíð okkurt kvæði. Tað verður dansað til ljósan morgun.