Føroyskur X - Factor vinnari konsert í Havn

Linda Andrews er ikki ofta at hoyra á palli, men nú verður tað

 

 Føroyski X-Factorvinnarin, Linda Andrews, er ikki ofta at hoyra á palli í Føroyum.

Men nú verður eitt høvi at hoyra hana, tá ið hon fer á pall at halda eina jólakonsert í Skúlanum á Løgmannabreyt sunnudagin 8. desember.

 

Á konsertini ferð Linda Andrews at syngja jólasangir og við sær hevur hon ein klaverspælara, umframt føroysk sangkór og aðrar tónleikarar.

 

Tað er Havnar Badmintonfelag, sum skipar fyri og endamálið er at savna pening saman til eina ferð  fara til Reykjavíkar, har ungir badmintonspælarar kring alt landið, fara til Reykjavíkar í januar at vera við í stóru ítróttarkappingini Reykjavík International Games, har yvir 2.000 ítróttarfólk fara at kappast í badminton og øðrum ítróttargreinum.

 

Endmálið við ferðini er at geva øllum leikarum, úrvalsleikarum og byrjarum, høvi  at spæla uttanlands móti javnaldrum, sigur Marjun Niclasen, forkvinna í Havnar Badmintonfelag.