Mikukvøldið hevur Linda Andrews akustiska konsert á PH Caféen í Keypmannahavn.
Á konsertini fer hon bara at spæla sangir, hon sjálv hevur skrivað og hetta verður samstundis fyrstu ferð, teir flestu av sangunum verða at hoyra alment.
Fyrireikararnir siga, at konsertin er eisini ein staðfesting av, at Linda Andreews hevur flutt seg síðani hon vann x Factor, og at hon nú stendur á egnum tónlistarligum beinum.
|
Seinni í ár fer hon eisini á konsertferð í Danmark.