Fyri nøkrum døgum síðani var ein føroysk kvinna í danska Ekstrablaðnum við ógvusligum ákærum ímóti pápa sínum, sum hon segði, hevði misbrúkt seg kynsliga.
Men hon hevur eisini greitt frá, at hon hevði somuleiðis verið kynsliga misnýtt á Zarepta.
Beint eftir klokkan 11 í morgun kemur John Færø, trúboðari og umboð fyri Zarepta á Rás2 at greiða frá, hvat tey gera á Zarepta fyri at forða fyri kynsligari misnýtslu og, hvussu skuldsetingarnar hava ávirkað tey á Zarepta.
Les eisini her:http://ekstrabladet.dk/tv/tv_nyheder/snapdocs/sexovergreb/article2176447.ece
|