Føroyskur stórsigur á Kypros

Úrslitið í talvdystinum ímóti Kypros varð 3 ½ - ½

Talan varð eisini um sigur í 2. umfari í Small Nations kappingini í talvi, sum í hesi vikuni er í Monaco.

Í gjár vunnu Føroyar 3-1 á Luksemburg. Klokkan 15 í dag vórðu fyrstu leikirnir fluttir í 2. umfari, har Kypros var mótstøðuliðið.

Nú dysturin er liðugur, ber til at staðfesta, at Føroyar hava vunnið stórsigur. Úrlitið var  3 ½ - ½. John Arni Nilssen á øðrum borði og Olaf Berg á fjórða borði vunnu fulla úrtøku við hvítum, Helgi Dam Ziska vann við svørtum á fyrsta borði, og John Rødgaard telvaði á triðja borði javnt við hvíta fólkinum.

Úrslitini í dag: Monaco-San Marino 4-0, Andorra-Malta 2-2, Kypros-Føroyar ½ - 3 ½. Lichtinstein-Jersey 3 ½ - ½ og Luxemburg – Gurnsey 3-1.

Støðan eftir tvey umfør: Monaco 7 ½, Føroyar 6 ½, Andorra 6, Malta 4 ½, Kypros 4 ½, Lichtinstein 4, Luksemburg 4, San Marino 1 ½, Gurnsey 1 og Jersey ½ stig.

Í morgin eru tvey umfør á skránni. Í 3. umfari, sum verður klokkan 9, skulu Føroyar telva ímóti Lichtinstein, og í 4. umfari klokkan 16 er mótstøðuliðið Jersey.

 

 

 

 

 

 

 

 

 -