Føroyskur spælari fær kjansin í Næstved

Fyrrverandi føroyskur U19 landsliðsspælari er tikin við í 1. liðshópin hjá danska felagnum Næstved.

Fyrrverandi føroyskur U19 landsliðsspælari er tikin við í 1. liðshópin hjá danska felagnum Næstved.

Marcus Bruun Rasmussen er uppvaksin í Danmark, men er av føroyskari familju. Hann umboðaði í fjør føroyska U19 landsliðið í EM kapping. Tá spældi hann í lítla felagnum Suså IF í Danmark.

Seinastu tíðina hevur Marcus spælt fyri Næstved og hevði í vár fleiri góðar dystir á 2. liði hjá felagnum, sum spælir í Danmarksseriuni. Avrikini vóru so góð, at nú venjingin er byrjað aftur eftir summariferuna, er Marcus tikin við í 1. liðshópin hjá Næstved.

- Marcus er ein ungur og spennandi spælari, sum vísur góðan vilja og arbeiðir hart fyri at betra seg. Tað er ein vilji, sum kann føra hann langt, og tað verður spennandi at fylgja honum komandi árini, sigur Peter Nielsen, sum er hjálparvenjari í Næstved.

Besta liðið hjá Næstved spælir í 2. deild.