- Fólkini á skíðstaðnum hava ongantíð sæð kava og vita als ikki, hvussu tey skulu bera seg at. Fyri fleiri teirra er tað næstan ein ómøgulig uppgáva at skula læra at standa á skíð, og tí eisini ein stór avbjóðing fyri meg.
Soleiðis sigur 20 ára gamla Ester D. Kass, ið er útbúgvin skíðlærari. Í summar hevur hon arbeitt á forkunnugum skíðstaði í Lesotho í Suðurafrika.
Afriski er eitt av bert tveimum skíðstøðum í statinum Lesotho, og hvørt summar halda fleiri túsund afrikanarar frí og standa á skíð á tí heldur forkunnuga skíðstaðnum. Hetta summarið hevur Ester D. Kass, sum upprunaliga er úr Havn, men nú býr í Keypmannahavn, verið skíðlærari á Afriski í Lesotho.
Í fjør fór felagið blivskiinstruktør.dk undir at senda skíðlærarar til privata skíðstaðið Afriski í Lesotho, og í summar, tá felagið sendi 10 skíðlærarar til Afriski, fekk Ester D. Kass møguleikan at fara við.
- Teir afrikanararnir, sum koma á Afriski, eru fyri tað mesta vælhavandi fólk, tí tað er ikki heilt bíligt at brúka økið. Tey allarflestu hava hoyrt um møguleikarnar at standa á skíð í Europa, men tey hava ongantíð sjálvi sæð kava og vita annars lítið og einki um at standa á skíð, fortelur Ester D. Kass.
Hóast skíðstaðið liggur uppi í fjøllunum, og tey eisini hava vetur har á leiðini, gerst tað tó ongantíð nóg kalt til, at heilt nógvur kavi legst.
- Tað merkir, at tey eisini brúka eftirgjørdan kava, fyri at tað skal vera møguligt at brúka tær tríggjar skíðbrekkurnar, sum eru ætlaðar byrjarum, blandað og so vandum, sigur Ester D. Kass.
Ester D. Kass vísir á, at umframt at sjálvt skíðstaðið í Lesotho er øðrvísi enn flest onnur skíðstøð, so er eisini munur á at undirvísa europearum og afrikanarum.
- Frálæran er fyri so vítt tann sama sum aðrastaðni, men alt tekur bara longri tíð, tí fólkini skulu venja seg við at vera úti í kava og at brúka útgerðina. Av tí sama haldi eg eisini, at motorikkurin skal veruliga standa sína roynd, tá tey skulu læra at standa á skíð fyri fyrstu ferð, og tað er avbjóðandi fyri ikki at siga trupult fyri skíðlærararnar, sigur Ester D. Kass.
Til ber at lesa alla samrøðuna við føroyska skíðlæraran í Vikuskiftissosialinum.










