Føroyskur skaldskapur í Keypmannahavn

Í hesum døgum er bókmentavika í Keypmannahavn, í kvøld fara føroyskir yrkjarar og tónleikarar at geva sítt íkast til “København Læser”

København Læser er árligt tiltak í mars, har bókmentir verða settar á breddan fleiri enn 150 tiltøk eru í døgunum 1.-7. mars. Í kvøld er tað so bókmentacaféin hjá Paludan, ið tekur ímóti føroyskum yrkjarum og tónleikarum kl. 19.30. Kim Simonsen er einasti maður millum tey, ið lesa upp, hinar eru Kristina Sundar Hansen, Katrin Ottarsdóttir, Una Nielsdóttir Galan og Sissal Kampmann lesa úr teirra nýggjastu útgávum.

Tiltakið verður á donskum, men listafólkini geva eisini dømi á føroyskum. Duoin Zalem stendur fyri tónleikinum.