Fríggjakvøldið verður hálvfinalan í X Factor kappingini hjá DR. Jógvan Joensen er ein av teimum fýra luttakarunum, sum skal royna at sleppa í finaluna, sum verður um eina viku.
Hesaferð skulu luttakararnir syngja tveir sangir. Jógvan hevur valt at syngja sang hjá føroyskum sangara hesaferð - talan er um sangin Josephine hjá Teitur Lassen. Jógvan skal eisini tulka rockhittið Use Somebody hjá Kings of Leon.
Fýra luttakarar eru nú eftir í kappingini, og tríggir teirra verða við í finaluni næsta fríggjakvøld.