Evangeliskur sangfundur verður í Esbjerg leygarkvøldið hin 9. november, og á tiltakinum verður luttøka úr Føroyum og Hirtshals.
Svein Petersen og aðrir úr sangbólkinum Keldan, saman við sangbólkinum Sela, verða við.
Sela eru tríggjar systrar úr Havn sum nú búgva í Hirtshals. Tær eru Anna, Sólvá og Elin.
Sangfundurin verður klokkan 19.30 í hølunum hjá Kirke Center, Livets Kilde Ådalsparken 33 í Esbjerg.
- Tá sangtiltakið er liðugt, verður borðreitt við góðum drekkamunni og onkrum føroyskum viðskera afturvið, siga fyrireikararnir.










