Føroyskur professari í enskari lærubók

Bogi Bech Jensen hevur skrivað eitt kapittul í enskari lærubók um burðardygga orku og orkutrygd.

Bogi Bech Jensen, professari í orkuverkfrøði á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya, hevur saman við Tore Undeland, professara á Norwegian University of Science and Technology (NTNU) í Noregi, skrivað eitt kapittul í bókini “The Political Economy of Renewable Energy and Energy Security – Common Challenges and National Responses in Japan, China and Northern Europe”.

 

16 høvundar hava skrivað bókina. Teir eru leiðandi serfrøðingar innan orku og orkupolitikk úr Danmark, Noregi, Onglandi, Japan, Kina og Føroyum.

 

Kapittulin, sum Bogi Bech Jensen hevur skrivað, er um vindorku, sum eisin er tað økið, Bogi hevur arbeitt mest við seinastu árini.

 

Bókin er ritstjórnað av Espen Moe, lektara á NTNU, og Paul Midford, professara á NTNU.