Hvat nú um vit finna olju?
Tað er spurningurin, sum verður viðgjørdur í Keypmannahavn tann 21. februar.
Tað er Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, sum skipar fyri tiltaki á Christiansborg, har viðkomandi fólk fara at tosa um avbjóðingina, tað verður fyri føroyska samfelagið, skuldi tað hent, at vit finna olju.
Nøkur av teimum sum fara at siga sína hugsan, eru Ole-Anders Lindseth Ekspedisjonsjef í norska oljumálaráðnum, Johan Dahl, landsstýrismaður í oljumálum, Árni Olafsson, fyrverandi ráðgevari og samráðingarleiðari fyri Landsstýrið, Magni Laksáfoss, búskparfrøðingur og fyrrverandi landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Onnur, sum fara at siga sína hugsan, eru Selma Ellingsgaard Forkvinna í Starvsmannafelagnum, Magni Arge Formaður í oljuvinnufelagnum, Jan Müller Stjóri í Føroya Oljuídnaðarbólki, Tórbjørn Jacobsen havnarmeistari og fyrrverandi landsstýrismaður í oljumálum og Aksel V. Johannesen formaður í Javnaðarflokkinum.
Spurningar, sum verða umrøddir, er, hvussu Noreg fyrireikaði seg, áðrenn olja varð funnin, og hvussu landið síðani hevur megnað at stýrt uttan um teir vandar, sum hava skatt so nógv onnur lond
- Hvussu hava almennu Føroyar fyrireikað seg til oljuvinnuna, og hvørjar politiskar ætlanirnar eru at taka ímóti komandi avbjóðingum.
- Hava Føroyar neyðugu karmarnar at skapa eina burðardygga oljuvinnu, og hvørjar broytingar skulu til fyri støðugt at menna skipanarligu karmarnar.
Somuleiðis verður spurningurin umrøddir, hvørjar búskaparligu avleiðingarnar av eini føroyskari oljuvinnu vera fyri føroyska samfelagið, og, hvussu kunnu Føroyar skipa seg, so at oljuvinnan ikki køvir ella skeiklar javnvágina við aðrar vinnur.
Aðrir spurningar, sum verða viðgjørdir, eru hvussu vit tryggja, at fakbólkar uttan fyri oljuvinnuna, ikki enda sum láglønarbólkar mótvegis teimum, sum fáa starv í oljvinnuni.
- Hvussu fyrireikar føroyska vinnan seg, hvørji ynski hevur vinnan til politiska myndugleikan og hvørja samfelagsliga ábyrgd vil vinnan átaka sær.
- Hvussu kunnu føroyskar fyritøkur og útlendsk oljufeløg virka saman, og hvørja ábyrgd kenna ut́lendsku feløgnini mótvegis føroyska samfelagnum.
Og at enda verður spurningurin viðgjørdur, hvussu ein oljuvinna fer at ávirka politiska landslagið í Føroyum við serligum atliti til spurningin um loysing-samband, og hvussu varðveita vit eitt samhaldsfast samfelag, tá ið ein oljuvinna tekur seg upp, sum annars kann skapa stóran stættarmun.
Tiltakið er alment, men meldast skal til. |