Komandi vikuskifti verður skipað fyri nevaleiki í høllini á Nykøbing Falster. Har fer m.a. føroyska gentan Sarah Mahfoud og beiggi hennara Allan, at vísa teirra kynstur.
Í hesum sambandi hevur næstformaðurin í Føroyingafelagnum á Lollandi og Falster, Erhard Olsen, sett seg í samband við limirnar í felagnum, og heitt á teir um at vera við sum áskoðarar á stevnuni. Undirtøkan er stak góð, so 18. januar verður heilt fitt av føroyskum áskoðarum í høllini.
Sara Mahfoud er 31 ára gomul og er yrkisnevaleikari. Hon hevur vunnið allar dystir sínar og er norðurlendskur meistari. Harumframt hevur hon á sinni luttikið í sjónvarpssendingini ”Vild med dans”, har hon saman við Morten Kjeldgaard vann kappingina so dyggiliga.