Føroyski leikstjórin Andrias Høgenni skal gera eina nýggja sjónvarpsrøð fyri Danmarks Radio.
Tað skrivar Kringvarpið.
Andrias Høgenni skal bæði skriva og leikstjórna ungdómsrøðina, sum verður í 10 pørtum.
Røðin, sum fer at kosta sjey milliónir krónur at framleiða, skal verða liðug í desember, tá ið hon verður send á netvarpinum hjá DR.
Sambært Kringvarpinum skulu fýra føroyskir sjónleikarar spæla við í røðini. Teir eru Sissal Drews Hjaltalin, Beinta K. Clothier, Klæmint Klakk og Armgarð Mortensen.











