TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu við Janus Jakobsen (myndin) frá føroyska kurvabóltslandsliðnum, sum á fyrsta sinni skal taka lut á oyggjaleikunum.
Janus Jakobsen torir ikki at seta orð á hvørjar vónir teir á kurvabóltslandsliðnum hava, men hann staðfestir, at oyggjaleika-luttøkan hjá føroyska kurvabóltsliðnum hevur verið ein stórur motivasjónsfaktorur fyri tey, sum íðka kurvabólt í Føroyum, og tey síggja longu nú stóra tilgongd av nýggjum íðkarum.
Føroyska kurvabóltslandsliðið er í bólki við Bermuda, Guernsey, Isle of Wight og Gotlandi.