Føroyski MMA-kemparin, Fróði Hansen, fer nú í ringin fyri seinastu ferð - og tað verður fer í Føroyum tann 20. mai næsta ár. MMA felagið í Føroyum sigur í tíðindaskrivi, at Fróði Hansen hevur altíð droymt um at enda yrkisleið sína í Føroyum, og nú verður dreymurin til veruleika í høllini á Hálsi tann 20. mai næsta ár.
Tilsamans verða10 kampar úr Danmark, og øðrum londum, við í kappingini, sum verður ein heilan dag.
Fróði Hansen, sum er ein av stigtakarunum, sigur hansara vón er, at eitt tiltak sum hetta kann verða á hvørjum ári og at tað kann gera sítt til at menna stríðsítrótt í Føroyum.
Fróði Hansen hevur verið professionellur stríðs-ítróttarmaður síðani 2005 og hevur verið við í kappingum runt um í verðini. Tann greinin, hann legði seg eftir, og bleiv bestur til, var grappling. Í 2006 fór hann til Brasil við brasilska venjara sínum, og har varð hann tann fyrsti hvíti maðurin, «gringo», at vinna Campeonato Amazonense.
Hann hevur eisini verið nummar trý av 58 kemparum í einari kapping. Nú hevur hann lokið kandidatprógv í ítrótti við sergrein í ítróttarsálarføði. Og nú hann gevst, fer hann at brúka ein part av tíðini til at undirvísa og stuðla ungum kemparum.