Føroyskur ítróttur má fáa 29,7 milliónir krónur

Sum gongdin er nú, kann føroyskur ítróttur ikki lúka krøvini í framtíðini

- Hetta er ikki ein útreiðsla, men ein íløga í sunnan og góðan lívsstíl hjá børnum, ungum.

 

Ítróttarsamband Føroya, ÍSF, ger støðuna upp, nú løgtingið er farið undir at viðgera fíggjarætlanina fyri næsta ár.

 

Sum støðan er nú, fær ÍSF góðar sjey milliónir á fíggjarlógini. Men nú fíggjarlógin fyri næsta ár skal viðgerast, gera tey vart við, at skal, sum mest fáast burturúr, átti játtanin at verið 22,7 milliónir næsta ár.

 

Men harumframt biðja tey eisini um ein stuðul uppá sjey milliónir til eitt nýggjan umsitingarbygning, tí umstøðurnar eru alt ov vánaligar, sum er.

 

ÍSF vísir á, at ein kanning vísir, at í samband við ítrótt, gera føroyingar eitt sjálvboðið arbeiðið fyri 46 milliónir um árið.

 

- Sostatt sæst, at tað er als onki samsvar ímillum tað, ítrótturin fær, og tann veruliga tørvin, sigur ÍSF.

 

Í hesum sambandi siga tey, at játtanin til tey ymsu sersambondini eiga at hækka upp í 10 milliónir krónur og samstundis má játtanin til útvalsítrótt og altjóða luttøku, hækkast.