Ítróttarheimurin fekk ein skelk fyri nøkrum døgum síðani, tá ið ein av okkara kendu ítróttarprofilum, tann 39 ára gamli, Svein Rógvi Ljóstein Nielsen, úr Klaksvík, gjørdust sjúkur og varð innlagdur, fyrst á Klaksvíkar Sjúkrahús og síðani á Landssjúkrahúsið.
Nú skrivar www.hvannrok.fo, at Svein Rógvi hevur fingi blóðpropp í heilan.
Svein Rógvi sigur við heimasíðuna, at hann føldi seg illa eftir róðurin á Varmakeldu fyri sløkum tveimum vikum síðani, har hann enn einaferð gjørdust sigursharri sum ein av frálíku manningini á Klaksvíki, sum hevur vunnið alt í ár, uttan Norðoyastevnu.
- Hjartað ikki slóð rætt, tað mest sum leyp um. Eg fór beinanvegin til lækna, men tá var alt í lagi aftur.
Men hann helt, at tað var bar tí at hann hevði ovtikið seg í kappingini við Suðuroying og Havnarbátin.
Men fríggjamorgunin fór hann brádliga at síggja dupult og hann føldi, at hann hevði lyndi til at detta eftir vinstru síðu og hann hann misti javnvágina.
Hann varð fluttur á Klaksvíkar Sjúkrahús, og haðani Landssjúkrahúsið, har tey staðfestu, at hann hevði fingið blóðpropp høgrumegin í heilan.
Hann varð settur í viðgerð alt fyri eitt, og hóast hann er troyttur og svevur nógv, hevur hann tað gott og alt er spakiliga við at koma upp á pláss aftur.
- Høgra síða í andlitinum var eitt sindur deyð at byrja við, men hetta hevur eisini rættað seg aftur.
Hvannrok skrivar at Svein Rógvi hevur fingið at vita frá læknanum, at hann er liðugur sum kapprógvari og sum ítróttarmaður á høgum stigi yvirhøvur.
Men kortini er hann fegin um, at hann er komin so væl fyri seg, tí blóðproppurin kundi gjørt meira skaða.
Og hondbóltinum ætlar hann sær ikki at sleppa, tí tað liggur í kortunum, at hann skal verða venjari hjá Team Klaksvík, sigur hann við hvannrok.