Í nøkur ár hevur Kennth Ellefsen arbeitt við at gera italskan ís í Føroyum.
Ísurin fæst í Miklagarði og í øllum handlunum hjá FK.
– Vit selja sjálvandi eisini ísin á kaféini her á Bacalao, sigur hann, sum í løtuni arbeiðir við nýggjum ísum til summarið.
– Vit skulu sjálvandi síggja og eisini smakka, at vit nú koma inn í ljósu tíðina, tí tað er nú vit síggja bæði føroyingar og útlendsku ferðafólkini eta munandi meira ís, sigur hann.
Kenneth Ellefsen búði í fleiri ár í Italia, har hann virkaði, sum vøddamýkjari hjá fleiri donskum súkklarum, sum búðu í Italia.
– Í Italia duga tey at gera ís. Tað ræður um at gera ísin á ein slíkan hátt, at mjólka- og rómasmakkurin kemur fram, frískur og góður, sigur hann.
Ísurin verður gjørdur i køkinum, sum hoyrir til gomlu matstovuna á Bacalao.
Har er eisini gjørd ein ísstova ella ískafé, har tað ber til at fara inn at fáa sær ein ís.
– Nú stendur eitt sindur á hjá mær, tí eg eri einsamallur um at framleiða ísin, selja hann til handlarnar og selja til gestirnar, sum koma inn á gólvið, sigur hann.
Umframt tað, so hevur hann latið ísdessertir til nógvar veitslur, so ferð er við at koma á í felagnum ÍS.
Kenneth Ellefsen hevur verið einsamallur um alt, men nú hevur hann fingið sær ein samstarvspartnara, sum tekur sær av øllum pappírsarbeiðnum.
– Onkur skal syrgja fyri, at rokningarnar verða sendar og aðrar verða goldnar. Tí er tað gott fyri meg, at eg havi fingið ein afturat mær, sum tímir og dugir at gera tað, sigur ísmaðurin á Bacalao.
Úr »Ferðast í Føroyum«, Sosialurin 25. apríl 2022
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##