Frá klokkan 22 skipan Tøkum Lætt fyri føroyskum dansi í Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn.
Enn eru vit í føstuni, og í føstu verður jú ikki dansað føroyskan dans. Fyrr var nógv, sum ikki var loyvt í føstuni, men henda siðvenja er spakuliga fjarðað burtur. Vit kunnu siga, at tað er bara er siðbundni føroyski dansurin, sum enn virðir hesu gomlu mentan.
Tó hevur henda føstan verið eitt sindur ørvísi, og tað er í samband við sólarmyrkingina, sum vit høvdu fyrr í mánaðanum. Túsundtals ferðafólk vóru í landinum, tey ynsktu at uppliva okkara land og mentan, og her var føroyski dansurin eitt tað fremsta áhugamálið! So bæði vit í Tøkum Lætt og fleiri onnur dansifeløg vóru upptikin.
Hetta er ikki fyrstu ferð, vit dansa í Reinsarínum, húsið liggur væl fyri, mitt í býnum og tað er sera væl egnað at dansa í. Føstulávintsmánadag gjørdi Tøkum Lætt eina roynd at hava føroyskan dans har, og tað eydnaðist avbera væl! Har komu nógv fólk, og dansurin gekk av tí besta.
– Í kvøld, 2. páskakvøld, fara vit so aftur at hava almennan føroyskan dans í Reinsarínum, byrjað verður klokkan 22, øll eru vælkomin, siga tey úr Tøkum Lætt.