Føroyskur dansur á Sjómannadegnum

Klaksvíkar Dansifelag skipaði fyri føroyskum dansi á bryggjuni á Sjómannadegnum.

Klaksvíkar Dansifelag skipaði fyri føroyskum dansi á bryggjuni á Sjómannadegnum.

 

Tað skrivar Norðlýsið á heimasíðu síni.

 

Føroyskur dansur riggar til flestu samkomur í landinum, og Klaksvíkar Dansifelag hevði gjørt av, at skipa ein ring á bryggjuni seinnapartin á Sjómannadegnum.

 

Manningin í Klaksvíkar Dansifelag er ógvuliga roynd, og fær altíð ein dans at ganga, og soleiðis var eisini í dag.

 

Tað kann sjálvandi verða trupult at dansa úti, men um dansurin ikki gerst ov drúgvur, so gongur tað eisini.

 

Ein hugnalig løta á bryggjuni í Klaksvík seinnapartin.