Føroyskur borur í Barentshavið

Føroyska oljufelagið, Atlantic Petroleum, verður í januar fyri fyrstu ferð við til at bora eftir olju í norska partinum av Barentshavinum.

Føroyska oljufelagið, Atlantic Petroleum, hevur gjørt avtalu við norska oljufelagið “Det Norske” um 10 prosent av norska loyvinum PL659, sum er í Barentshavinum.

Hetta er triðingurin av tí upprunaliga loyvinum hjá “Det Norske”, sum er fyristøðufelag, og hini feløgini eru Petoro við 30 prosentum, Lundin við 20, Tullow Oil við 10, Rock Source við fimm og Ithaca við fimm prosentum.

Ben Arabo, stjóri í Atlantic Petroleum, sigur tað hava stóra týdning fyri felagið, at tað nú sleppur upp í part í norska partinum av Barentshavinum.

Hoyr samrøðuna við hann við at trýsta á pílin undir myndini.