Nú er dansitíðin byrjað aftur, og eitt av afturvendandi tiltøkunum líka síðani Norðurlandahúsið lat upp í 1983 er barnadansurin í Norðurlandahúsinum. Aftur í ár skipar Dansifelagið í Havn fyri barnadansi í Norðurlandahúsinum fríggjakvøld kl. 20 í dansitíðini.
Næstu ferð dansað verður er fríggjakvøldið 10. oktober kl. 20:00. Í heystfrítíððini er eingin dansur, men síðani verður dansað hvørt fríggjakvøld kl. 20 frá 24. oktober fram til 5. desember – og aftur frá 2. januar til 6. februar 2015. Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin!
Annars dansar Dansifelagið í Havn vanliga í Hornahúsunum fríggjakvøld kl. 22 í dansitíðini. Byrjað verður tó við ársaðalfundi fríggjakvøldið 24. oktober kl. 21 í Hornahúsunum. Nýggir limir eru vælkomnir at tekna seg.
Vegleiðandi skráir fyri bæði barnadansin og dansin í Hornahúsunum verða at finna undir “Skrá” á heimasíðuni:http://www.danshavn.org