Tað hevur vakt ans í føroysku fótbóltsfeløgunum, at Hallur Hansson bara hevur eitt hálvt ár eftir av sáttmálanum við AaB, sum spælir í bestu donsku deildini. Landsliðsmiðvallarin hevur trupult við at vinna sær spælitíð.
Tí hava fleiri føroysk feløg víst áhuga fyri føroyska landsliðsspælaranum, skrivar Sosialurin í dag. Lítið bendir tó á, at Hallur Hansson hevur nakran áhuga at venda heim fyribils. Hann er júst farin til Danmarkar, har uppstartsvenjingin er byrjað sum sæst á myndini.
Les meiri í Sosialinum