Føroysku stavirnir bert til pynt

Tað er ikki skilagott at amputera okkara egna mál, bara tí vit ikki vilja líkjast hinum, heldur Sjúrður Skaale um avgerðina hjá málráðnum, sum ikki vil loyva eitt nú c, x, z og w

Tað segði Sjúrður Skaale við Rás2 í dag, har hann gjørdi viðmerkingar til avgerðina, sum Málráðið nú hevur tikið.

 

Eitt nú vísti hann á, at “fremmandu” bókstavirnir verða nýttir í telefonbókini, og tá ítróttalið verða flokkað.

 

Tí heldur hann, at børnini nú noyðast at læra tvey stavrað, har annað er tað, sum vit veruliga brúka, meðan hitt inniheldur nakrar serføroyskar bókstavir, ið mest sum bert eru til pynt.

 

Við at trýsta á pílin undir myndini ber til at hoyra tað, sum Sjúrður segði við Rás2 um málið.