Føroyingar skulu ikki longur hava tvey umboð í danska Fólkatinginum.
Tað heldur Kári P. Højgaard, tingmaður.
Hann hevur nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at avtaka føroysku sessirnar á Fólkatingi.
Í hesum sambandi vil hann hava Løgtingið at samtykkja, at landsstýrið skal heita á dónsku stjórnina um at strika tey bæði føroysku umboðini á Fólkatingi, tá ið grundlógin verður dagførd.
Tingmaðurin staðfestir, at sum tíðin gongur, hava føroysku fólkatingsumboðini færri og færri mál at arbeiða við.
Tað kemst av, at fleiri mál eru yvirtikin og hesi næstu árini fara enn fleiri mál at verða yvirtikin.
Kári P. Højgaard vísir á, at ofta umboða teir báðir føroysku fólkatingslimirnir vengurnar í føroyskum politikki, antin vinstra og høgra, ella loysing og samband.
Av tí sama er ofta komið fyri, at føroysku fólkatingsumboðini ikki draga eina línu og tað hevur neyvan gagnað føroyskum áhugamálum.
Hann heldur, at tey flestu eru samd um, at tað er óheppið, at vit hava tvey umboð á Fólkatingi, sum lítla og ávirkan hava.
Hinvegin gagnar tað heldur ikki okkum, at føroysku umboðini viðhvørt eru tungan á vágskálini á Fólkatingi, eisini í stórmálum, sum einans hava týdning fyri Danmark.
- Vit kunnu hugsa okkum, hvat hevði hent, um Ríkisumboðið varð avgerandi atkvøðan í Løgtinginum, sigur Kári P. Højgaard.
Hann vísir eisini á, at stórar broytingar eru eisini gjørdar í samskiftinum ímillum Føroyar og Danmark
Hann sigur, at løgmaður samskiftir beinleiðis við hinar ríkisleiðararnar á árliga Ríkisfundinum. Og tá ið tørvur á tí, samskifta aðalráðini og ráðharrar í Føroyum og Danmark, beinleiðis ímillum sín, tá ið tørvur er á tí.
Harafturat hava Føroyar eisini ein sendimann í Keypmannahavn, sum kann taka sær av slíkum málum, leggur Kári P. Højgaard afturat.
|










