Føroysku Green Animation Studios í Creative Business Cup

Vinnararnir av Start Up Tórshavn, føroyska fyritøkan Green Animation Studios eru í dag í Keypmannahavn saman við íverksetarum frá 53 ymiskum londum har tey leggja fram á Creative Business Cup, sum byrjaði í morgun.

Vinnararnir av Start Up Tórshavn, føroyska fyritøkan Green Animation Studios eru í dag í Keypmannahavn saman við íverksetarum frá 53 ymiskum londum har tey leggja fram á Creative Business Cup, sum byrjaði í morgun.

 

GAS arbeiða við at framleiða animeraðar teknifilmar úr føroyskari søgu og tey arbeiða í løtuni við at gera stuttfilmar um kópakonuna. Hóast 3D teknifilmar ikki eru nakað nýtt fyribrigdi úti í heimi, so er hetta ikki roynt áður í føroyum.

 

Tey, sum mynda GAS, eru Elin Hentze, Magnus Johannesen og Hans Kristian Eyðunsson Hansen.

 

Kring allan heim eru skapandi vinnurnar eitt týðandi íkast til vøkstur og arbeiðspláss, umframt til menning av nýggjum og nýskapandi loysnum fyri tær avbjóðingar, sum fyritøkur og samfeløg hava. Men tað vísir tað seg ofta, at tað er verri fyri tey, sum arbeiða við skapandi íverksetan enn fyri aðrar íverksetarar, at fáa atgongd til íløgur og fígging og at fáa virksemið at loysa seg. Bæði tí at teirra førleikar at selja vøruna kundu verið betri og tí at skapandi vinnur ofta verða fataðar sum eyka hættisligar at gera íløgur í, nakað sum kann halda íleggjarum aftur, sigur Vinnuframi, sum saman við Vinnumálaráðnum og Mentanmálaráðnum hava fíggjað føroysku luttøkuna.

 

Vinnandi fyritøkan verður almannakunngjørd mikudagin 19. november, og tað verður Fríðrikkur krúnprinsur, sum avdúkar vinnararnar og handar vinningin.

 

Endamálið við heimsmeistaraskapinum fyri skapandi vinnur, ella Creative Business Cup, er at styrkja vinnuligu førleikarnar hjá íverksetarum, sum arbeiða innan skapandi vinnur, at stimbra íverksetan innan skapandi vinnur og at vekja áhuga fyri skapandi íverksetan og fyri fyrimyndum á økinum.

 

Les meira um Creative Business Cup á www.creativebusinesscup.com.