Oyggjaleikir: Í nógvum hita, og í kapping við nógvar sterkar oyggjar eydnaðist tað føroysku golfspælarunum at standa seg heiðurliga í tí samlaða úrslitinum.
Finngerð Sólbjørg Clark fekk eitt flott 19. pláss í kappingini hjá kvinnum við 356 sløgum.
Frægasti mannligi spælarin hjá Føroyum gjørdist Jógvan Martin Lund Jespersen á einum 32. plássi við 341 sløgum. Rói Christiansen gjørdist nummar 40 við 361 sløgum, Janus Norðberg nummar 47 við 372 sløgum, og Terji Michelsen nummar 51 við 391 sløgum.
Finngerð Sólbjørg Clark gjørdist soleiðis nummar tvey innanhýsis av øllum teimum føroysku spælarunum.
Ì liðkappingini gjørdist Føroyar nummar 11 av 13 liðum.
À hesari kykmyndini sæst ein partur av tí vakra Port Royal golfvøllinum:
http://www.youtube.com/watch?v=RIGfI3v7ws8&feature=youtu.be
Her sæst Terji Michelsen sláa við tað átjanda holið.
http://www.youtube.com/watch?v=-pD2hkb-ZqQ&feature=youtu.be
Ovast eru ljóðsamrøður við Finngerð Sólbjørg Clark og liðleiðaran, Harald Eirikstoft, har práta var um kappingina, og eisini var nomið við framtíðarútlitunum hjá føroyskum golfítrótti.