Føroysku fimleikararnir stóðu seg væl

Tey bæði føroysku liðini, sum luttaka í HM í Moskva, kláraðu seg væl, tá tær vóru á gólvinum í morgun

Hetta vikuskiftið er heimsmeistaraskap í estetiskum fimleiki í Russlandi.

 

 

Tvey føroysk lið eru við úr Havnar Fimleikafelag, kvinnuliðið Hulda og unglingaliðið Alda.

 

 

Fyrrapartin høvdu bæði tey føroysku liðini framførslur í stóru høllini í Moskva, og tað gekk sum heild væl - serliga hjá kvinnuliðnum.

 

 

Unglingaliðið fekk 12,850 stig tilsamans, meðan kvinnuliðið fekk 12,950 stig.

 

 

Kappingin verður víst á fleiri sjónvarpsrásum og til ber eisini at stroyma beinleiðis her

 

 

Á myndini sæst unglingaliðið beint eftir framførsluna í morgun.