Týsdagin frætti In.fo úr Grikkalandi, har ávís øki hava verið hart rakt av oysandi regni, vatnfloymi og herviligum torusláttri. Myndugleikarnir settu í verk útigongubann, tí líkindi vóru ikki at fara út um dyrnar.
Eftir at vit týsdagin høvdu lagt ein lítlan greinastubba út um støðuna í Grikkalandi, fingu vit sendandi ein teldupost frá fólki, sum júst vóru stødd um hesar leiðir, sum greinin umrøddi.
- Vit eru á Skiathos, konan og eg, Gisleyg Thomassen og Niels Peter Danielsen. Tað byrjaði at regna í gjár (mánadagin), og síðan á midnátt hevur tað regnað, og toran hevur gingið út í eitt.
Niels Peter Danielsen greiddi frá, at hotellinum, har tey búgva, búgva starvsfólkini í kjallaranum, og har stóð alt undir í vatni. Eisini á ovastu hæddini lak vatn inn.
##med2##
- Umleið á middegi í dag fingu vit eitt sms um, at tað er útigonguforboð. Frítíðarhavnin her er stongd, flogfør eru avlýst, og vegir eru skolaðir burtur.
Soleiðis fortaldi Niels Peter týsdagin.
Um 18-tíðina lokala tíð henda dagin høvdu tey eisini mist streymin á hotellinum og á leiðini, har tey eru stødd, var framvegis glopraregn og torusláttur.
Tíðliga seinnapartin í dag hava vit aftur frætt úr Skiathos í Grikkalandi, har Gisleyg Thomassen og Niels Peter Danielsen framvegis eru, og í dag verður sagt soleiðis:
- Vit sita framvegis á hotellinum. Bussarnir koyra ikki, og hýruvognur er ikki at fáa fatur á. So, vit sleppa ongastaðni. Men, vit hava fingið streym og kalt vatn aftur.
Niels Peter Danielsen sigur, at í gjár og fyrradagin fingu tey mat á hotellinum klokkan 16, men annars plaga tey bara at fáa morgunmat.
- Í kvøld skulu vit út á onkra matstovu her nærindis at eta. Vit eru við Spies, og vit vænta, at vit vera her til týsdagin, tá vit skulu heimaftur - um alt gongur sum ætlað, leggur hann aftrat.
##med3##













