Í gjár varð eitt føroyskt oljufelag stovnað. Teir sum tóku stig eru føroyskar fyritøkur og einstaklingar.
Ætlanin við felagnum er, at verða beinleiðis uppi í oljuvinnuni og ikki at verða tænastufelag.
Í nevndini sita Kjartan Hoydal, nevndarformaður, Peter Even Djurhuus, fyrilsstjóri, Mortan Johannesen, Óli Hammer og Poul Mohr.
Partapeningurin er 25,5 mió. krónur. Stigtakararnir síggja hetta sum einasta møguleika at føroyskt vinnulív og privatir fáa luttøku í eini møguligari oljuvinnu.
Eisini verður tað mett at verða rætt, at felagið er stovnað undan fyrsta útbjóðingarumfarinum.
Felagið er stovnað á vinnuligum grundarlagið og miðjar ímóti at luttaka við einum avmarkaðum váða.
Við støði í tí føroyks økinum verður viðja ímóti at luttaka í oljuvinnuni uttanfyri tað føroyska øki.