Føroyskt øl enn á hillum í Íslandi

Íslendingar kunnu fram­veg­is drekka gull-øl frá Føroya Bjór

Íslendingar kunnu fram­veg­is drekka gull-øl frá Føroya Bjór. Tað kunnu teir, hó­ast bryggjaríið Egills setti teim­um freist til í gjár at taka gull-ølið av hillunum í ís­lendsku rúsuni, Vinbúðini, at steðga við allari markn­að­ar­­før­ing og at steðga øllum inn­flutn­ingi av gulløli.

 

Advokaturin hjá Før­oya Bjór hevur svarað hótt­an­u­num frá íslendska bryggj­­ar­í­num aftur.

 

Tað var fríggja­dag­in, at Føroya Bjór fekk krav­boð frá ís­lendska bryggj­a­rí­num, Eg­ills, sum met­ir seg at hava eink­ar­rætt upp á at nýta navn­ið »gull« í Íslandi. Hesi kravboð koma núst­ani frá íslendska bryggj­ar­ín­um, hó­ast Føroya Bjór hev­ur bryggj­að øl við gull-heiti­num síðani 1980 - níggju ár áðrenn ís­lend­ingar sluppu at bryggja sterkt øl, og hóast ølið er selt í íslenda mesta part­in av tíðini síðani 1. mars í 1989, tá loyvt varð at bryggja og selja sterkt øl í Ís­landi.

 

Sum støðan er beint nú, so kann Egils einki gera, og Vín­búðin kann heldur einki gera uttan so, at eitt veru­ligt fútabann verður sett fram ímóti Føroya Bjór í Ís­landi.
Tískil heldur Føroya Bjór fram við at selja føroyskt gull-øl í Íslandi.