Føroyskt LO kemur ikki í bræði

Hóast føroysku fakfeløgini tosa nógv um samstarv, verður neyvan talan um nakað, sum líkist einum LO, sum vit kenna tað frá øðrum norðurlondum.

Seinastu vikurnar hevur Sosialurin viðgjørt møguleikan fyri einum føroyskum LO, tað vil siga, einum breiðum samstarvi millum fakfeløgini.

 

Yvirskipaða niðurstøðan er, at føroysku fakfeløgini hava nógvar limir, eru nógv í tali, men eru ikki sinnað at leggja saman, við tí úrsliti, at arbeiðsgevarirnir standa framvegis sterkari enn arbeiðstakarnir.

 

Ingolf S. Olsen, ið hevur skrivað greinarnar saman við Øssuri Winthereig, var í dag gestur í tíðindunum á Rás 2 klokkan 12.