Føroyskt lið tveitt úr altjóða kapping

Føroyska U23 landssliðið sleppur ikki at vera við í altjóða kapping, tí kabalin gekk ikki upp

Eftir at hava meldað til Challenge Trophy kappingina fyri U23 kvinnur, er nú greitt, at Føroyar ikki sleppa við á hesum sinni.

 

Tað boðar Hondbóltssambandi. FHS, frá nú seinnapartin.

 

Annars høvdu 11 lond meldað til, og leikast skuldi í tveimum bólkum við 4 liðum í hvørjum.

 

Evropiska Hondbóltssambandið, EHF sigur seg hava roynt at fingið 1 lið at luttaka afturat, soleiðis at 3 bólkar kundu vera við 4 liðum í hvørjum.

 

Men tá tað, sambært EHF, ikki eydnaðist, var greitt, at trý lið skuldu sáldast frá.

 

EHF hevur valt Føroyar, Azerbadjan og Malta frá við teirri grundgeving, at hesi londini ikki eru farin víðari frá Challenge Trophy kappingini.

 

T.v.s., at hagtølini vísa, at ikki er luttikið í Europa Cup fyri lið og øðrum ungdóms kvalifikatiónskappingum.

 

- Hetta er ein strika í rokningi, tí liðið er langt síðani farið undir fyrireikingarnar til eina møguliga luttøku, sigur Hondbóltssambandið.

 

- Tað dró út við at finna vertsland, og ikki kundi bíðast við at fara undir fyrireikingarnar.

 

- At vit ikki fáa møguleikan at vera við, var ikki nakað, sum vit høvdu droymt um.

 

- Kappingin er fyri smátjóðirnar í EHF, men sum nú er, sær tað meiri út sum, at hagtølini hava alt at siga.

 

Hondbóltssambandið hevur alla tíðina havt í hyggju at fara víðari, men at vinna Challenge Trophy kappingina fyrst, hevur eisini alla tíðina verið ætlanin.

 

Hondbóltssambandið harmast mikið hesa støðu og hevur sent EHF mótmælisskriv við neyvt útgreinandi grundgevingum fyri, hví HSF metir tað vera alneyðugt at luttaka.