Leygardagin 11. apríl skipar Fuglsøcentret á donsku oynni Mors fyri einum føroyakvøldi við støði í tí føroysku mentanini.
Borðreitt verður við føroyskum mati, fólkatingslimurin Sjúrður Skaale heldur ein fyrilestur, Pipar & Salt fer at undirhalda, og loksins skipar føroyska songkvinnan, Eivør Pálsdóttir, fyri eini akustiskari framførslu.