(Gullrómur á Bermuda) Tað var ongin ivi um hvør var í tonkunum hjá føroysku flogbóltskvinnunum, tá tær í gjár vunnu gull í flogbólti. Tað var Boban Illic, landsliðvenjarin, sum ikki fekk loyvi at koma við til Bermuda.
Føroyska liðið var aftanfyri 2-0 í settum og eisini aftanfyri 10-2 og 16-8 í fjórða setti, men megnaðu alíkavæl at standa eftir sum vinnarar av flogbóltskappingini á oyggjaleikunum 2013 við einum 3-2 sigri.
- Tað, sum vendi dystinum var, at vit í einum time-out avgjørdu at gera hetta fyri Boban og rópið hjá okkum var “Boban”. Tá vendi tað, sigur Sofía Purkús
- Vit hugsaðu at Boban hevði uppiborið betri enn hetta, nú hann ikki kundi vera við, sigur Margit G. Joensen, um løtuna, tá tað tapið tóktist teimum víst.
Tað var serliga við støðuni 16-8 til Saaremaa í fjórða setti, at vend kom í.
- Eg haldi at við tveita allar nervar fyri borð. Tá sá svart út eina løtu, men eg segði við tær at tær skuldu bara taka ein bólt á gangin. Vit broyttu eisini upp á blokkin og tað riggaði, sigur Bartal Eliasen fyribils høvðusvenjari hjá landsliðnum.
- Saaremaa hava helst hugsað, at tær fóru at vinna fjórða settið, men hesar damirnar hava yvirskot, sigur Bartal víðari.
- Puha! Hetta var forferdiligt, men tað er so deiligt at hava vunnið, sigur Eina S. Kalsæ, sum ikki kann minnast nær hon tapti ein dyst seinast. Hon hevur saman við Mjølni ikki tapt ein dyst í ár.
- Alt ber til í flogbólti, sigur Birgit Guttesen.
Føroyska flogbóltslandsliðið hjá kvinnum hevur vunnið eitt minniligt gull á oyggjaleikunum og prógvað, at alt ber til í flogbólti, so leingi spælararnir trúgva upp á tað.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr tey síðstu sekundini av dystinum og samrøður.











